Eftir gølurnar um filmsframleiðaran Weinstein og stjørnuna Cosby, ið eru skuldsettir fyri at hava havt óhóskandu atburð, og møguliga enntá neyðtøku, mótvegis kvinnum, ið teir hava samstarvað við, er nú eisini Morgan Freeman lagdur undir óhóskandi atburð.
Stóru stjørnurnar hava eftir atfinningunum at døma misnýtt sítt vald, ið teir hava, tí teir eiga pening og vald, ella eru kendar stjørnur.
Nú er 80 ára gamli Morgan Freeman eisini komin í røðina, og fleiri kvinnur hava úttalað seg til útlendskar miðlar um hansara óhóskandi atferð, tá filmsupptøkur hava verið.
Freeman hevur ikki játtað, at nakað óhóskandi er farið fram, men hevur tó valt alment at siga orsaka, um nakar kennir seg illa, og at hava verið fyri ónhóskandi atburði frá hansara síðu.