Moreno gjørdi aftur um seg

PSV-leikarin, sum breyt beinið á Luke Shaw, var leygardagin tætt við at gera tað sama umaftur.

PSV-leikarin, Hector Moreno, tóktist vera ógvuliga harmur um at hann í Champions League í síðstu viku breyt beinið á United-leikaranum, Luke Shaw. Hann vitjaði hann á sjúkrahúsinum í Eindhoven eftir dystin og segði orsaka.


Men tað gekk ikki drúgv tíð áðrenn Hector Moreno var tætt við at bróta enn eitt bein. Í dystinum ímóti Heracles um vikuskiftið sendi hann Oussama Tannane av vøllinum við tí, sum minti um enn eina ørvitistakkling.


- Hann kom við strektum beini og rakti mítt knæ. Um tað ikki er kort, so veit eg ikki hvat krevst. Eg veit ikki um tað var tilætlað, men hann var ov seinur í hesi støðuni. Eg haldi tað er eitt skammiligt sats, tí hann veit hvat hendi tá ið hann takklaði í síðstu viku, segði Tannane við De Telegraaf eftir dystin.


Oussama Tannane mátti av vøllinum við skaða og má sita uttanfyri í minsta lagi eina viku, meðan Hector Moreno slapp undan at fáa nakað kort fyri takklingina.


Hendingin sæst ovast í greinini.