Mordarin Nicky kemur til Føroyar

Tað er ikki hissini vitjan sum føroyingar fáa seinni í ár. Talan er um tann 70 ára gamla fyrrverandi bandaleiðaran, Nicky Cruz úr USA. “Hann er ætlaður til fongsul, til eletriska stólin ella til helviti”, søgdu fólk um hann fyri 50 árum síðani. Í dag boðar hann gleðiboðskapin um Jesus kring allan heimin

Leirvík: Hóast liggjandi góð­veðrið seinastu tíðina, hava fleiri ungfólk í Leirvík eisini havt ein ávísan mann og eitt ávíst tiltak at hugsa um í øllum hitanum: Leygar­dagin 24. og sunnudagin 25. oktober í ár.

Navnið er Nicky Cruz, sum í síni tíð livdi eitt hart lív á gøtuni sum bandaleiðari í New York og við øllum tí, sum tað førdi við sær. So­­leiðis var tað einaferð, men soleiðis er tað ikki long­ur!

Spennandi søgan um Nicky Cruz er longu kend um stóran part av tí kristna heiminum, tí hann er nógv brúktur sum talari í sam­kom­um og aðrastaðni. Eitt av teimum støðunum, sum hann enn hevur til góðar at vitja er okkara land. Men nú kemur hann altso til Føroyar - longu í ár.

Tað hevur nevniliga eydn­ast ungfólki úr kristna um­­hvørv­inum í Leirvík og leir­víkingi í útlegd at fáa henda vælkenda mann við teirri serstøku søguni til Føroyar.

Tey ungu fólkini eru kom­in væl ávegis við teimum praktisku og andaligu fyri­reik­ingunum til hesa stór­fingnu vitjanina í oktober. Ætlanin er at henda vitjanin skal spyrjast, samstundis sum menniskju skulu fáa eyg­uni upp fyri, hvussu Gud kann broyta eitt manna­lív fullkomuliga.

- Søga hansara er bæði spenn­andi, ótrúlig og góð. Og tí ynskja vit, at føroy­ing­ar eisini fáa høvið at hoyra hana, siga tveir av fyri­reik­ar­un­um, teir báðir leir­vík­ingarnir Jørgin Andreasen og Hans Fróði Hansen, sum í løtuni er búsitandi í USA. Tað er eisini hann, sum hev­ur fingið sambandið við Nicky Cruz.

Eitt lív á gøtuni

Tað eru helst mong sum hava lisið søguna um Nicky Cruz, ið heilt frá barnaárum av føldi seg óynsktan í sínum egna heimi í Puerto Rico og ikki minst í hesum heimi.

Foreldrini, ið hoyrdu til eina familju ið dýrkaði Sat­an og misbrúktu hann av tí allar ringasta: Pápin hevði fyri at læsa hann inni í dúgvu­húsinum, meðan mamm­an bart út segði, at hon ikki ynskti hann.

Út frá hesum fekk hann eina sera vánaliga byrjan uppá lívið, og hetta endaði við at hann rýmdi og flutti inn hjá beiggjanum sum búði í New York. Men sárini frá barnaárunum við honum allan vegin.

Nicky byrjaði eitt lív á gøtuni, og kom við í ein av bandunum, sum tá herjaðu í býnum - Mau Mau, her hann stutt eftir gjørdist leið­ari. Hevði bandin ringt orð á sær frammanundan, so gjørdist tað ikki betir eftir at hann gjørdist leiðari.

Soleiðis gekk ger­and­is­dagur hansara, og soleiðis hevði tað uttan iva gjørt í mong ár aftrat, um hann ikki hevði hitt ein serstakan mann á gøtuni ein dag. Hetta var David Wilkerson, sum í kristna heiminum er kendur víða hvar sum præd­ikumaður.

Henda hendingin fekk avgerandi ávirkan á restina av lívinum hjá banda­leið­ar­anum Nicky Cruz.

Drep prædikumannin

Hesin David Wilkerson hevði fingið eitt kall um at virka millum gøtubandar í New York. Og tað gekk hvørki verri ella betri, enn at teir báðir hittust ein dag - bandaleiðarin við tí ringa umdøminum og tann still­føri prædikumaðurin við tí góða boðskapinum.

David greiddi Nicky frá um gleðiboðskapin, og at tað var hóast alt ein ið elsk­aði hann fram um alt. Orð­ini um at Gud elskaði hann nú og altíð vildi gera tað, fullu ikki í góða jørð hjá hatska bandaleiðaranum.

- Eg var so illur við Dav­id, at eg hótti við at drepa hann, hevur Nicky seinni greitt frá. Men henda hótt­anin helt kortini ikki Davidi aftur í arbeiði sínum.

Hann gjørdi ikki mætari enn at taka eitt stig aftrat, og fara beinleiðis inn á høv­uðs­skrivstovuna hjá Mau Mau-bandanum. Her end­ur­tók hann boðskap sín, hóast Nicky stóð frammanfyri hon­um við knýttum neva, klár­ur at langa honum ein framm­aná og kanska drepa hann.

David lat bara standa til: Hann stóð har og brosaði, samstundis sum hann bað fyri Nicky. Tvær vikur seinni skipaði David fyri eini møtirøð í grannalagnum, og her avgjørdi Nicky at fara fyri at lurta eftir præd­iku­manninum.

Aftur á gøtuna

Tað gekk ikki øðrvísi enn so, enn at Nicky og fleiri limir úr hansara banda vórðu frelstir á hesum møt­um. Dagin eftir fóru teir allir sum ein á ta lokalu pol­iti­støðina fyri at lata inn aftur vápn, knívar og aðra út­gerð sum teir høvdu brúkt í bandakríggjunum.

Nicky Cruz fór aftur í skúla, byrjaði at lesa í Bíbli­uni og hevur síðani virkað sum prædikumaður og fyri­lestrarhaldari kring allan heim­in. Hann gloymdi kortini ikki vinir sínar á gøtuni, men vendi aftur til teirra, og helt áfram at boða teimum um Ein sum elskaði teir framvegis. Hetta arbeið­ið hevur eisini fingið avger­andi týdning fyri teir nú fyrr­verandi bandalimir.

Nicky Cruz hevur eisini skrivað fleiri bøkur, og kom­andi ár kemur ein filmur út um lív hansara. Filmurin er kallaður upp eftir teirri einu bókini “Run Baby Run”.

Áðrenn tað fáa so føroyingar høvið at hoyra hann live, tá hann í oktober mánaði kemur higar at siga frá lívi sínum, umvending síni og hvussu Gud hevur verið við honum nú hann er farin um tey 70!

 

Fakta:

Nicky Cruz

Føddur: 6. desember 1938 í San Juan, Puerto Rico

Søga: Fyrrverandi bandaleiðari og mordari í New York.Virkar nú sum prædikumaður kring allan heimin

Nú: Kemur til Føroyar í oktober mánaði

Tilfar: Hevur skrivað fleiri bøkur og í 2010 kemur filmur út um hann. Trailari frá filminum sæst á hesum linki: www.runbabyrunmovie.com.