Morðið skal kannast

ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, vil hava libansku stjórnina at góðtaka eina ætlan hjá ST at seta ein altjóða dómstól at døma teir, sum beindu fyri libanska forsætisráðharranum Rafik Hariri í Beirut fyri tveimum árum síðani. Hariri doyði í einari ógvusligari bumbuspreinging, sum eisini kostaði 22 øðrum lívið. Ein ST-kanning avdúkaði, at týðandi limir í libansku fregnartænastuni høvdu fyrireikað morðið saman við starvsbrøðrum í sýrisku fregnartænastuni.