Í dag klokkan 16 fara Monika Stauss Joensen á violin og Jón Eliassen á klaveri at undirhalda við lívligum, klassiskum tónleiki í Riberhúsi í Fuglafirði.
Umframt at spæla eitt lætt, franskt repertoire, fara tey bæði eisini at borðreiða við einari jólapotpourri, har nakrir av kendu jólasangunum verða at hoyra.
Tiltakið í Ribarhúsi seinnapartin í dag er soleiðis ein gyltur møguleiki at unna sær eina fríløtu og njóta løtuna við løttum og hugnaligum tónleiki.
Tað verður jólastemningur í Fuglafirði, nú tað byrjar at styttast til desember. Eftir konsertina verður kaffi og okkurt afturvið at fáa í kafé'ini í Ribarhúsi.
.











