A-landsliðið hjá kvinnum hevur tveir dystir á heimavølli fyri framman, og John Petersen, landsliðsvenjari hevur sent boð eftir Monu Rasmusdóttir úr ÍVB. Mona legst afturat hópinum, sum harvið telur 23 spælarar.
Mona Rasmusdóttir hevur spælt 10 dystir á U19 landsliðnum og níggju dystir á U17 landsliðnum. Hetta er hennara fyrsta úttøka til A-landsliðið. Føroyar spæla fríggjadagin 18. september móti Norðurírlandi og týsdagin 22. september móti Hvítarusslandi. Báðir dystirnir verða spældir á Tórsvølli og byrja kl.17.00.
Her er hópurin:
Málverjar:
Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Olga Fríðunn Olsen, FB (DK)
Verjuspælarar:
Elisabeth Vang, B36
Birita Ryan, KÍ
Marita á Fríðriksmørk, ÍVB
Unn Hvidbro, NSÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Sarita Maria Mittfoss, HB
Miðvallarar:
Margunn Lindholm, NSÍ
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (DK)
Kára Djurhuus, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Olga Kristina Hansen, B36
Evy á Lakjuni, KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, ÍVB
Jónvá Hentze, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Jacoba Langgaard, ÍVB
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Framherjar:
Heidi Sevdal, NSÍ
Hanna Isaksen Højgaard, ÍVB
Mona Rasmusdóttir, ÍVB