Moldova hevur ikki vunnið í tvey ár

Føroyar hava vunnið fýra av 15 dystum í tíðarskeiðnum, tá ið Moldova ikki hevur vunnið í 16 dystum

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl í moldoviska høvuðsstaðnum Chisinau, har Moldova og Føroyar fara at spæla HM undankappingardyst.

Dómarabólkurin er úr Wales, og dómarin eitur Iwan Arwel Griffith.

Tað er ikki á hvørjum degi og hvørjum ári, at Moldova vinnur landsdystir í fótbólti.

Moldova vann 8. juni 2019 á heimavølli ímóti Andorra. Úrslitið var 1-0.

Síðani tá hevur Moldova spælt 16 dystir. Tvær ferðir er tað endað javnt, og 14 ferðir hevur Moldova tapt. Málmunurin í hesum 16 dystunum er 3 – 36.

Síðani 8. juni 2019 hava Føroyar spælt 15 dystir. Føroyar hava vunnið fýra dystir, tríggjar ferðir er tað endað javnt, og átta ferðir hava Føroyar tapt. Málmunurin er 14 – 28.