Moldova er betri enn seinast

Manslandsliðið: Landsliðsvenjarin er ikki í iva um, at Moldova er eitt lið í framgongd

Føroyska manslandsliðið hevur í dag havt tíðindafund á Tórsvølli undan EM-undankappingardystinum móti Moldova, sum verður í morgin klokkan 17. Á tíðindafundinum vóru Odmar Færø og Håkan Ericson, landsliðsvenjari.

 

Landsliðsvenjarin metir, at Moldova er eitt betri landslið enn tá vit møttu teimum í mars mánaði. Teir hava har í millum vunnið á Póllandi og spælt javnleik móti Eysturríki og Kekkia.

 

- Teir spæla eisini øðrvísi nú. Teir eru meira skipaðir og kompaktir í verjuni og hava ein góðan áleypara í Ion Nicolaescu. Moldova er eitt landslið í undanvindi. Teir høvdu ikki nógv meir enn vit móti Póllandi, men vinna 3-2, forklárar Håkan Ericson og leggur afturat:

 

- Teir hava spælt ein venjingarlandsdyst móti Eysturríki og fáa javnleik. Málið er heppið, men tað gevur teimum styrki. Teir koma her við sjálvsáliti, sigur Håkan Ericson, ið bleiv spurdur um at greiða eitt sindur meira frá.

 

- Tað eru nakrir nýggir mans á landsliðnum, men teir verja upp á ein máta, sum ger tað tprført hjá okkum at finna rúm frammanfyri málinum. Teir vita hvat teir skulu gera og hava framrættaðar spælarar, sum kunnu hótta, sigur landsliðsvenjarin.

 

Spurdur um føroyska liðið, so vil venjarin ikki siga so nógv. Hann bleiv spurdur um Brand Hendriksson og framrættaða spælið.

 

- Nú verður spennandi um tit hava rætt viðvíkjandi Brandi, men vit skulu arbeiða við framrættaða spælinum. Fólk uttafyri Føroyar halda kanska at avrikið í Póllandi er eitt týpiskt føroyskt avrik, men vit vilja gjarna spæla meira bólt, sigur Håkan Ericson.

 

Håkan Ericson fekk eisini spurningin um dystin í marsmánaði, sum endaði við javnleiki 1-1. Um tað var nakað hann kundi taka við frá tí dystinum?

 

Umstøðurnar vóru ikki so góðar til tann dystin. Vit spældu á einum minni góðum grasvølli og fleiri av okkara spælarum høvdu bara spælt ein landskappingardyst. Vit lótu teir eisini hava bóltin ov nógv í serliga í seinna hálvleiki. Okkurt var spælskipanin, men vit manglaðu eisini drivið at fara eftir bóltinum, segði Håkan Ericson og endaði við at siga:

 

- Teir høvdu einki at tapa og komu við øllum. Tá teir javnaðu høvdu vit ikki tað, sum skuldi til at venda dystinum, men í kropsligu tølunum vóru vit betri enn teir.

 

Føroyar og Moldova spæla í morgin klokkan 17.