NOREG
Gamla føroyska felagið í Noregi, Sogndal, er á odda í Tippuliguni. At teir eru betri fyri, enn teir plaga at vera, vístu teir aftur leygardagin, tá ið teir vunnu 3?1 á heimavølli ímóti uppflytarunum úr Tromsø. Í Sogndal hava teir altíð hugsað fyrst um at bjarga sær lívinum í bestu deildini, áðrenn teir hava hugt uppeftir. Nú eru teir á odda, og so er spurningurin, hvussu leingi tað verður. Men vandin fyri niðurflyting er í hvussu so er fyribils langt burtur.
Molde var í Bodø, og aftur hesa ferð komu teir tómhentir til hús aftur. Bodø vann 2?0. Eddie Gustafsson var í Molde málinum allar 90 minuttirnar. Hann fær í VG eitt trý tal fyri sítt avrik.
Rosenborg spældi ikki væl fyrstu umførini í fjør, tá ið teir kortini megnaðu at vinna NM ? fyri 11. ferð upp í slag. At teir eru væl fyri nú sást, tá ið teir vunnu 3?0 á útivølli ímóti Lyn.
Lillestrøm skinklar av álvara. Hesa ferð taptu teir 2?0 á heimavølli ímóti Stabæk.