Molde heilt tætt at silvurkrónunum

Hóast hann ikki er stórur, so er enn møguleiki fyri, at føroyska felagið í norskum fótbólti skal vinna meistaraskapin

NOREG

Nú tað resta tvey umfør av norsku tippuliguni, er endaspurturin ein spurningur millum Rosenborg og Molde. Liðið úr Tróndheimi er trý stig frammanfyri Molde, og tað skal vilja illa til, um Rosenborg ikki megnar at vinna 11. meistaraheitið á rað. Men gamli meistaravenjarin í Tróndheimi, Nils Arne Eggen, sum leggur frá sær, tá hetta kappingarárið verður liðugt, dylur ikki, at hann ikki er heilt álvuligur við støðuna, og at tað væl kann vera, at Molde fer at taka hansara lið.
Rosenborg skal spæla ímóti Sogndal á útivølli og Brann úr Bergen á heimavølli, og Molde skal spæla ímoti Stabæk á útivølli og Sogndal á heimavølli.
Gunde Bengtsson, venjarin hjá Molde, ásannar, at hansara lið ikki sjálvt er ført fyri at vinna NM. Teir mugu sjálvir frá fult í báðum teimum seinastu dystunum, og so mugu teir vóna, at Rosenborg fer at kiksa.
Eftir dystin sunnudagin í Molde, helt venjarin hjá Bodø/Glimt, at tað væl er hugsandi, at tað verður Molde, sum fer at standa við gullinum, tá síðsta umfarið verður liðugt spælt 27. oktober. Næsta vikuskifti fer landskappingin í Noregi at hava frí, sum allar aðrar landskappingar í Europa fara at hava tað, tí tá verður umfar í EM undankappingini á skránni.
Sunnudagin vann Molde 3?0 á heimavølli ímóti Bodø/Glimt. Teir komu á odda, tá ein hálvur tími var farin, og teir øktu í 46. og í 66. minutti. Heimaliðið var ongantíð hótt. Teir hava eina framúr góða verju, og Eddie Gustafsson í málinum varð so at siga ikki settur undir trýst.
Rosenborg átti heimavøll ímóti Stabæk. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri við einum máli, og í 67. minutti øktu teir beinleiðis upp á fríspark til 2?0. Tá tað restaðu tólv minuttir minkaðu gestirnir um munin, og so var tað rættuliga spennandi. Men íslendski landsliðsmálverjin, Arni Gautur Arason, var sera sannførandi. Í Rosenborg vóru teir væl nøgdir, tí fleiri av føstu monnunum vóru ikki førir fyri at spæla. Nógvu dystirnir í europeisku meistarakappingini bera skaðar við sær.

Lyn kiksaði
Lyn hevði heimavøll í Oslo ímóti Brann úr Bergen. Høvuðsstaðarfelagið hevur kappast við Molde um næstfremsta plássið, meðan liðið úr Bergen, sum hevur íslendska Teitur Þórdarson á beinkinum, alt kappingarárið hevur stríðst fyri at sleppa undan øllum hóttanum um niðurflyting.
Einki bendi eftir fyrra umfarið á, at Lyn skuldi missa nakað, men tá tíðin var farin, var tað Brann, sum hevði vunnið 3?2. Í steðginum var 2?0 til heimaliðið. Brann skoraði síni mál í 62., 73. og 86. minutti.
Íslendski venjarin var ovurfegin og segði seg rokna við, at nú vóru teir leysir av øllum niðurflytingarspurningum. Brann skal í síðstu umførunum spæla ímóti Lillestrøm á heimavølli og Rosenborg á útivølli.
Lyn tapið hevur ivaleyst við sær, at teir ikki røkka meiri enn bronsukrónunum.
Lillestrøm hevur verið í stórum trupulleikum alt kappingarárið. Sunnudagin vunnu teir 3?0 á heimavøllinum, Åråsen, ímóti Sogndal. Teir á heimaliðnum rokna nú við, at teir hava tryggjað sær nýtt atgongumerki til bestu deildina, teir vístu besta avrikið í ár, og teir siga seg gleða seg til komandi ár.
Sogndal dyrgdi eftir javnleiki, men tað eydnaðist ikki. Hóast stigaposin er tyngri, enn hann fleiri ferðir áður hevur verið hjá teimum í bestu deildini, so verður sagt í Sogndal, at teir als ikki kenna seg vísar í, at teir sleppa undan endaspælið.
Botnliðið Start hevði í Kristiansand vitjan av Bryne, sum vann 2?0.
Moss er í torførari støðu, og teir vóru heilt rísnir eftir 1?1 á heimavølli ímóti Vålerenga, sum fyri 11. ferð í hesum árinum fór av vøllinum við javnleiki.
Moss legði seg framum eftir 26 minuttir, og tað var brotssparkið, sum níggju minuttir seinni hevði útjavnandi málið við sær, ið fekk øði at spinna í teir á heimaliðnum. Dómarin, sum stóð tveir metrar frá ástaðnum, segði seg einki síggja, men hann dømdi, eftir at linjuverjin hevði gjørt hann varugan við, at ein at heimamonnunum hevði spælt bóltin við hondini. Tvætl, søgdu teir á heimaliðnum. Tað var bólturin, sum rakti í hondina, og tí átti tað ikki at havt verið dømt fyri brotssparkinum, sum bar mál við sær, og harvið kanska verður orsøkin til beinleiðis niðurflyting.