Eftir fleiri á í dvala, trína teir aftur á pall. 90´ara fenomenið Mold verða at hoyra á Okkara Voxbotn 20/21. Mold var meira enn ein tónleikabólkur. Mold var ein mentan!
Fyrireika teg til eitt risa rokkshow, tá Mold skrúva forsterkarnar for frá og blása feitan rokk út yvir fjøldina.
- Vit gleða okkum til eina villa løtu, tá Mold aftur fer á pallin til á Okkara Voxbotn fríggjadagin 20. august, siga fyrireikararnir.
Frammanundan er longu greitt, at tað verður ein røð av framúr tónleiki at hoyra á Okkara Voxbotn. Millum onnur Robin Schulz, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Hanne Boel, Sanne Salomonsen, Sam Feldt, Christopher, Signar & John og Swangah fara at framføra á konsertdøgunum 20. og 21. august.
Nú er bert góð vika til pallarnir verða uppsettir, og atgongumerkini ganga sum heitt breyð, siga fyrireikararnir.