Mohammed teknarin skrivar ævisøgu

Nógv umstríddi Mohammed teknarin, Kurt Westergaard, fer nú at skriva eina minnisbók um Mohammed tekningarnar.

Hann sigur, at bókin fer at innihalda tær nógv umstríddu myndirnar, og at hetta er enn eitt slag fyri talufrælsinum í Danmark.

Men hóast hetta staðfestir hann, at bókin ikki verður útgivin fyri at provokera.

Hann sigur, at bókin heldur skal útgreina tey vónbrot, sum hann upplivdi við vantandi stuðli frá fleiri fólkum tætt at sær.

-Ætlanin er ikki at byrja eina nýggja kreppu. Men tekningin, sum byrjaði alt er reyði tráðurin í bókini, sigur Kurt Westergaard, sum døgnið runt er fylgdur av løgreglufólkum og PET fólkum.

Viðvíkjandi verjuna frá PET løgreglufólkunum sigur Kurt Westergaard, at hann hevur lært seg at liva við, at hann restina av lívinum skal verða vardur og fylgdur av løgreglufólkum.