Khalid Sheik Mohammed, sum sambært amerikonsku myndugleikunum legði atsóknirnar tann 11. september í 2001 til rættis, kemur í dag fyri ein hernaðardómstól í Guantanamo í Kuba. Fýra aðrir menn koma fyri rættin í sama máli.
Í ákæruritinum er Mohammed ákærdur fyri at hava verið 2.976 amerikanarum at bana í New York, Washington og Shanksville í statinum Pensilvania. Barack Obama, forseti, ætlaði, at teir fimm menninir skuldu koma fyri ein sivilan dómstól í New York, men republikanararnir feldu uppskot hansara.
Í USA er rættarmálið umrøtt sum tað størsta í langa tíð. Umleið 200 fjølmiðlar søktu um at fáa fólk inni í rættarhølið at fylgja málinum, men bara 60 fingu játtandi svar. 30 aðrir fjølmiðlar fingu møguleikan at fylgja málinum á einum sjópnvarpsskíggja á einari herstøð í statinum Maryland.