Mohammed al-Gharani, 20 ár. Tjaddiskur ríkisborgari, føddur og búsitandi í Saudi Arabia.
Mohammed kom til Pakistan í september 2001, har hann ætlaði at arbeiða við teldum. Hann fór úr Saudi Arabia, tí hann var fyri áhaldandi mismuni har vegna sín tjóðskaparliga uppruna. Ein vinur mælti honum til at koma til Pakistan at læra meira um teldur. Mohammed fór avstað, men 21. oktober 2002 varð hann handtikin, saman við fleiri øðrum í einari pakistanskari mosku.
Ein herovasti í pakistanska herinum segði honum, at teir fóru at selja hann til USA fyri 5000 dollarar. Úr Pakistan varð Mohammed koyrdur á leguna í Bagram, Afganistan, har hann var í nakrar vikur, áðrenn hann fyrst í 2002 varð koyrdur í Guantánamo-fangaleguna.
Mohammed er píndur og illa viðfarin á Guantanámo. Millum annað hevur hann verið noyddur til at pissa á seg sjálvan, verið analt penetreraður, hongdur upp eftir øklunum í upp til átta tímar og av bukaður. Haraftrat er tannbust hansara er ferð eftir ferð tikin frá honum sum revsing, og hetta hevur haft við sær at tenninar eru í sera vánaligum standi. Fyrstu ferð hann gramdi seg um tannapínu varð tonnin trekt.
Mohammed sleppur ikki at senda ella fáa brøv frá familjuni og hevur tí ikki haft sambandi við familjuna síðani hann kom á fangaleguna. Hann er sera tunglyntur og hevur fleiri ferðir roynt at gjørt av. Amnesty óttast, at hetta fer at eydnast honum áðrenn hann fær eitt rættvíst sakarmál.
Um tú ynskir at senda eina heilsu til Mohammed al-Gharani, er adressan henda:
Mohammed al-Gharani
ISN 269Camp Delta P
O Box 160
WashingtonDC 20053
USA










