Møguligur stuldur í Kvívíkar kirkju

Løgreglan kannar í løtuni, um tjóvar hava stolið pengar úr kirkjuni í Kvívík.

Tjóvar hava síðstu dagarnar gjørt um seg í Føroyum, har serliga føroyskar kirkjur hava verið eitt mál. Fimm kirkjur hava boðað frá, at tjóvar hava verið inni og kirkjuni og tømt bússurnar. Talan er um kirkjurnar í Tjørnuvík, Norðskála, Miðvági, Hvannasundi og Sandavági.


Í gjár fekk løgreglan so enn eina fráboðan um, at óbodnir gestir høvdu verið inni í eini kirkju. Hesaferð var talan um kirkjuna í Kvívík, ið hevur boðað løgregluna frá, at fólk hava verið inni í kirkjuni.


Málið er tó øðrvísi enn hini, tí sambært løgregluni, so hava persónarnir ikki brotið inn í kirkjuna, og óvist er, um nakar peningur er stolin úr bússuni. Tískil inniber ein partur av kanningini hjá løgregluni, um talan yvirhøvur er um stuldur.


Annars heitti Uni Næs, dómpróstur, í gjár øll kirkjuráðini um steingja kirkjurnar og tøma bússurnar fyri allan pening.