Nýggja greinasavnið hjá Bergi Rønne Moberg, Tá søgan byrjar á staðnum er eitt savn av nýggjari essayistiksum og akademiskum greinum, ið sum oftast taka støði í áleikandi viðurskiftum, eitt nú føroyska innflytarapolitikkinum, føroyskum tjóðskapi og mentan og hugsan í breiðari merking.
Nærverandi fráveran
Savnandi ímyndin í greinunum er staðið og ferðin í ávísan mun við støði í upphavinum og royndum hjá høvundanum sjálvum. Yvirhøvur setur savnið stað og heim í samband við sterkan trúnað og lemjandi miss av trúnaði.
Ímyndin um heimið í lívi sum í list er hart rakt av modernitetinum og tí syndraða heiminum í kjalarvørrinum av honum. Samstundis ásannar høvundurin, at tann kensla av meiningarloysi, sum stendst av mistum trúnaði, skapar óvæntað nýggja meining, tá orð verða sett á missin. Á henda hátt uppdagar ein, at tað mista ikki kann avskrivast sum ein farin heimur, men er ein nærverandi frávera á tremur við spenningum millum ósambærligar heimar.
Víðari sigur høvundurin, at sterka ímyndin um eitt (mist) heim ber prógv um, at tann at vísa seg alvaldandi moderniteturin ikki umfatar alt. Ein høvuðshugsan í viðgerðunum av skaldskapi er, at tilveran ikki kann javnsetast við tað modernaða, og at einstaklingurin ikki er endamálið við øllum. Fyribrigdi sum dreymar, mýtur, minni, longsul, útsett gleði, einsemi, líðing, samkensla, staðarkensla, náttúrukensla hava somuleiðis eina kjarnu av dýpd og tíðarloysi í sær og peika samstundis inn í og út um einstaklingsgerð. Hesi grundleggjandi tilveruviðurskifti mynda eina bakgrund, sum fevnir um menniskjaeintøk til allar tíðir. Samanumtikið verður sansurin fyri hesum fyribrigdum lýstur sum ein kærkomin, kritiskur undirstreymur í einum høvuðsráki, sum er tann herjandi búskaparliga rationalisman.
Føroyskt kjakíkast
Tær meir samtíðarfinnandi greinarnar í savninum fevna um bæði politikk, mentan og skaldskap. Í so máta er savnið er eitt aktuelt íkast til kjakið um tjóðskap, alheimsgerð, upplýsing, fjølmiðlar, vælferð, innflytarapolitikk, skaldskaparfrøði, metafýsikk, bókmentasøguskriving, bíbliutulking og verðsliggering. Í hesum sambandi verða Føroyar sum heim, mentan og samfelag settar í eitt altjóða og eitt alment-menniskjaligt høpi.
Flestu greinirnar viðvíkja føroyskum viðurskiftum. Eitt afturvendandi evni í hesum greinunum er royndin at hugsa føroyska mentan inn í modernitetin uttan at moderniteturin verður settur at umboða alt, sum er viðkomandi, og øvugt at hugsa modernitet inn í føroyska mentan sum nakað, ið kann viga upp í móti nostalgiskum upprunalongsli. Greinirnar serliga í øðrum parti samanbera siðbundin viðurskifti í føroyskari mentan við fleirmentaðan opinleika.
Fatanarkarmur
Í tráð við at nógvar av greinunum bera dám av tilveruhugsan, hevur høvundurin hildið tað verið hóskandi at ramma bókina inn við tveimum minnisgreinunum um ávikavist mammu sína, Maria Rønne Hansen og franska heimspekingin Paul Ricoeur. Ásannandi tann stóra týdning, hesi bæði menniskju hvørt á sín hátt hava havt fyri hansara tilverufatan og hugsunarhátt, mælir høvundurin til, fyrst at lesa hesar greinar, um ein ynskir at fáa betri umhald um ta fatan av moderniteti og metafýsikki, sum savnið umboðar.