Moðin saft hevur verið at fáa í Føroyum

Tey, sum dáma væl at djús at drekka, skulu ansa serliga væl eftir í hesum døgum. Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nevniliga ímóti einum ávísum slagi av djús, sum hevur verið at fáa í handlum í Føroyum.

 

Talan er um Gestus Tropical Juice í plastfløskum, sum ávarað verður ímóti, tí hýggj er funnið í nøkrum av fløskunum. Talan er um liturfløskur, har djúsin er best fyri 7. Februrar.
EAN strikukotan er 570141039275

 

At djúsin er moðin merkir sjálvsagt, at hon er ikki drekkandi, og tí heitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á fólk, sum kanska liggja inni við djús av hesi ávísu sendingini, um at stoyta hana buttur, ella at bera hana aftur í handilin, haðani hon er keypt.