Mladic ov sjúkur at koma í rættin

Fyrrverandi bosniaserbiski herovastin Ratko Mladic, sum situr í varðhaldi hjá krígsbrotsmannadómstólinum í Haag, er ov sjúkur til at møta í rættarhølinum. Tí hevur hann boðað dómstólinum frá, at verji hansara fer at umboða seg í rættinum.

Verjin, Milo Saljic, sigur, at Ratko Mladic hevur havt trupulleikar av krabbameini tey bæði seinastu árini, og at hann hevur eisini havt hjartatrupulleikar. Mladic er 69 ára gamal.

Ratko Mladic varð tikin í Serbia í mai, og hann er millum annað ákærdur fyri at hava havt ábyrgd av, at meiri enn 7.000 muslimskir menn og dreingir vórðu tiknir av døgum í Screbrenica á sumri í 1995.