Fyrrverandi bosniaserbiski leiðarin Ratko Mladic varð fluttur á sjúkrahús, eftir at hann brádliga gjørdist illa fyri á rættarfundinum í Haag fyrrapartin.
Rætturin var í ferð við at avhoyra tann 70 ára gamla Mladic, tá dómarin Alphons Orie steðgaði avhoyringini og spurdi Mladic, um hann hevði tørv á læknahjálp. Eina løtu seinni varð rættarfundurin slitin og Mladic fluttur á sjúkrahús.
Ratko Mladic er ákærdur fyri fólkamorð, krígsbrotsverk og brotsverk ímóti mannaættini undir borgarakrígnum í Bosnia í nítiárunum. Hann varð tikin í Serbia í fjør, eftir at hann hevði fjalt seg í 16 ár.