Mladic fær eftirløn

Fyrrverandi bosniaserbiski generalurin Ratko Mladic fær nú eftirlønina, sum myndugleikarnir løgdu hald á orsakað av ákæruni um krígsbrotsverk. Fjølmiðlarnir siga, at Mladic hevur fingið eftirløn hvønn mánað, men at pengarnir hava staðið á einari kontu, sum myndugleikarnir hava havt um hendi. Nú hann er tikin og sendur til Haag, hevur sonur hansara, Darko Mladic, fingið atgongd til pengarnar.

Serbisku myndugleikarnir vilja ikki gera viðmerkingar til tíðindini, men tað er almenn vitan, at aðrir heryvirmenn, sum hava verið ákærdir fyri krígsbrotsverk, hava fingið eftirløn frá tí almenna.

Verjin hjá Ratko Mladic sigur, at fyrrverandi generalurin fer framhaldandi at fáa eftirløn hvønn mánað.