Hvat goymir seg í mjørkanum?
Mjørkin er fullur í loynidómum, bæði vísindaligum og frumsagnarligum.
Sunnudagin hin 16. oktober klokkan 14 og 16 verður gátuførur sjónleikur um mjørka fyri børnum á skránni í Norðurlandahúsinum.
- Mjørkavísindafólkini, Hulda og Karlsson, eru úti við síni útgerð og leita eftir einum óvanliga sjáldsamum slagi av mjørka.
Um sjónleikin verður sagt, at ørindini hjá Huldu og Karlsson gerast nógv truplari enn væntað, tí í mjørkanum goymir seg alt møguligt óvæntað.
- Á pallinum letur ein heimur av ævintýri og frumsøgn seg upp, sum eisini gevur børnunum stuttliga vitan um hetta áhugaverda veðurfyribrigdið.
Sjónleikurin tekur støðið í nátturfyribrigdinum mjørka, sum hóast alt ikki er nógv meira enn ein hópur av smáum vatndropum; eitt skýggj, sum hvílir á jørðini.
- Ein fangandi, hugtakandi og lærurík framførsla fyri øll í aldrinum trý ár og eldri.
Í Norðurlandahúsinum siga tey, at sýningar fyri dagstovnum og skúlum verða mánadagin 17. oktober.










