Einav filmunum á Listastevnuni í ár er I am Dina. Filmurin byggir á skaldsøguna hjá Herbjørg Wassmo.
Filmurin er áður vístur í Føroyum, men er tikin framaftur í sambandi við listastevnuna. Mest tí, at leikstjórin, Ole Bornedal, skuldi koma hendanvegin og halda ein fyrilestur beint eftir sýningina mánadagin.
Hetta verður nú av ongum.
Ole Bornedal skuldi koma til landið mánadagin við Maersk-flogfarinum, men orsakað av mjørka megnaði flogfarið ikki at seta seg í Vágum. Flogfarið royndi at kalla allan dagin, men tað eydnaðist ikki at seta seg.
Birgir Kruse, stýrisformaður fyri Listastevnuna, sigur, at Ole Bornedal nú ikki heldur seg til at koma til Føroya, eftir at hava verið "í luftini" tað mesta av einum degi. Birgir sigur, at hann er sera keddur av miseydnaðu ferðini, og hann ætlar sær so avgjørt at koma til landið og halda fyrilestur, men tað verður so ikki á Listastevnuni.
Ole Bornedal er danskur leikstjóri. Hann fekk sín gjøgnumbrot við ræðufilminum Nattevagten í 1995. Filmurin varð eisini framleiddur í USA undir heitinum Nightwatch við so stórum stjørnum sum Ewan McGregor og Nick Nolte í høvuðsleiklutunum.
Filmurin I am Dina er størsta filmsframleiðslan í Norðurlondum nakrantíð, og Ole Bornedal fekk heiðurin fekk heiðurin at leikstjórna. Millum leikararnar var m.a. Gérard Depardieu.
Ole Bornedal fæst eisini við sjónleikir og sjónvarp.
Enn er óvist, nær Ole Bornedal kemur til Føroya, men hann ætlar sær so at koma.