- Her er toka. Vit hóma hvønn annan viðhvørt, men so køvir av aftur, sigur Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag um gongdina í samráðingunum Vit høvdu formannin í Føroya Reiðarafelag í telefonini fyri løtu síðan av Hotel Føroyum, har samráðingarnar eru um loysn av trætuni millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag.
Semingsmenninir kallaðu partarnar samana aftur klokkan 21 í gjárkvøldið fyri at vita, um semja kundi finnast, nú 17 dagar eru farnir, síðan Føroya Fiskimannafelag lýsti verkfall.
- Vit hava sitið síðan klokkan 21 í gjárkvøldið, og nú eru tað semingsmenninir, sum stýra samráðingunum. Vit skulu bara vera her - og vera tøkir, tá ið okkurt er at spyrja um.
Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, letur einki serligt at gongdini.
- Vit liggja við eina staðboyu. Her er toka. Við hvørt hóma vit hvønn annan í tokuni, men so køvir av aftur.
Hann heldur ikki, at nøkur serlig framstig eru hend í nátt, og einki semingsuppskot er lagt fyri partarnar enn.
Spurdur, um vit kunnu vænta eina loysn fyri døgurða í dag, sigur Viberg Sørensen, at tað væntar hann ikki.
- Her lýsir eitt lítið sindur í viðhvørt, men so køvir alt avaftur.
Tað eru orðini, sum formaðurin í Føroya Reiðarafelag setur á samráðingargongdina beint í løtuni.
- Vit eru allir á lívi, bæði semingsmenn og samráðingarfólk. Tað er tað einasta, eg kann siga, leggur hann aftrat.










