Mjølnir vil spæla við

Mjølnir vann tryggan sigur á Fram í meistaradeildini hjá monnum leygardagin, og nú tykist, sum Mjølnir vil spæla við í oddinum í bestu mansdeildini

FLOGBÓLTUR

Fram og ÍF hava verið nógv tey bestu liðini í meistaradeildini hjá monnum í ár. Undan hesum umfarinum var ÍF ósigrað, meðan Fram bert hevði tapt ein dyst, nevniliga dystin á Kambsdali síðsta vikuskiftið ímóti ÍF.
Hjá Mjølnir hevur verið eitt sindur meir svingandi. Undan vikuskiftinum høvdu teir fýra stig av átta møguligum og lógu mitt í deildini. Um teir ætlaðu at blanda seg í oddin, so var av alstórum týdningi at vinna dystin ímóti Fram.

Mjølnir legði hart út
Sjálvt um liggur aftanfyri Fram í landskappingini, so var einki sum bendi á, at teir ætlaðu at geva Fram ein einasta møguleika í hesum dystinum. Mjølnir legði nevniliga hart út. Í fyrsta settið riggaði einki hjá Fram. Mjølnir var nógv betra liðið, og teir vunnu eisini hetta settið trygt 17-25.
Gongdin í øðrum setti var júst tann sama. Tað tóktist, sum um leikararnir hjá Fram slett ikki vóru klárir til uppgávuna, tí hetta var leikandi lætt hjá Mjølni. Enn einaferð vunnu klaksvíkingarnir stórt. Úrslitið av øðrum setti gjørdist heili 14-25.

Vend kom í
Nú tóktist dysturin liggja fyri føturnar hjá Mjølni. Teir vóru snøgt sagt nógv betra liðið, og einki týddi uppá, at Fram skuldi fara at vinna triðja settið. Men nú vóru leikararnir hjá Fram byrjaðir at síggja veruleikan í eygunum. Teir byrjaðu at finna flótandi spælið fram, og hetta vísti seg at rigga. Fjórða settið gjørdist sera spennandi, og at enda megnaði Fram at vinna hetta. Úrslitið gjørdist 26-24, og nú var dysturin opin aftur.
Men Mjølnir vildi ikki lova Fram innaftur í dystin. Fimta settið gjørdist eisini spennandi, men nú setti Mjølnir trumf á. Teir vunnu fjórða settið 22-25, og sostatt var dysturin vunnin.
Nú hevur Mjølnir togað seg uppá annað plássið, so spennandi verður at fylgja teimum komandi vikurnar.