Spakuliga nærkast kappingin í Eik-liguni hjá kvinnum endaspurtinum, og serliga millum tey fremstu liðini eru treytirnar harðar, tí hvør einasti dystur hevur týdning. Sum er, eru trý lið um boðið í kappingini um tvey finalupláss – Mjølnir við 14 stigum og Fleyr og SÍ við 11 stigum í part – so einki teirra hevur ráð at missa nakað sum helst.
Í gjárkvøldið hevði Mjølnir vitjan í Badmintonhøllini í Klaksvík, men gestirnir úr Drátti fingu ikki broytt tann veruleika, at Mjølnir er oddalið og Dráttur botnlið. Talan gjørdist um ein tryggan 3-0 sigur, ið styrkti støðuna hjá klaksvíkskvinnum á oddasessinum.
Dráttur royndi at muta eitt sindur ímóti í fyrsta setti og fylgdi við upp til 15, men so setti Mjølnir ferðina upp og tók settið. Hóast tær í Drátti royndu, hvat tær kundu, so munaði tað lítið, tí Mjølnir snøgt sagt var betri á øllum plássum og í løtum mestsum dusaði sær á vøllinum.
Í øðrum og triðja setti sluppu allir eykaspælararnir hjá Mjølnir upp í part, og framvegis var munur á liðunum, so tað sigur eisini eitt sindur um breiddina hjá oddaliðnum. Í triðja setti fór Mjølnir framum 11-3, men tá so Dráttur byrjaði at nærkast, fór heimaliðið aftur til sterkastu uppstilling og koyrdi sigurin heim.
Sostatt liggur trýstið nú á Fleyr og SÍ, ið hava spælt ein dyst minni enn Mjølnir, men eisini eru trý stig aftanfyri. Og hóast hesi bæði tykjast væl sterkari enn restin, so eru aftur bara trý stig niður til ÍF og fýra til TB, ið bæði eru lið, sum ein góðan dag kunnu spæla teimum ovaru eitt puss.
Óansæð, er lagt upp til ein spennandi endaspurt hjá kvinnunum, har tað í løtuni sær út til, at tað bara er ein spurningur um, hvat av hinum liðunum sleppur at spæla FM-finalur ímóti Mjølnir.