Mjølnir tók fyrsta stikkið

Mjølnir tók fyrsta stikkið í endaspælinum um plássið í bestu flogbóltsdeildini hjá kvinnum. Fyrsti dysturin í endaspælinum var í kvøld í Gundadalshøllini ímóti Fleyr. Mjølnir vann 3-0. Settúrslitini vóru 25-20, 29-27 og 25-21.

Tað var eyðsýnt, at nógv stóð upp á spæl. Nervar vóru uppi í, og mistøkini vóru mong hjá báðum pørtum ? eitt nú í servunum.

Hóskvøldið klokkan 20.30 hittast Mjølnir og Fleyr í KÍ høllini. Um tað eydnast Mjølnir at vinna tann dystin, so varðveita kvinnurnar í Klaksvík plássið í bestu deildini. Um Fleyr vinnur verður triðja og avgerandi uppgerðin um plássið í bestu deildini.