Flogbóltur
Fýra dystir vórðu spældir í teimum báðum bestu flogbóltsdeildunum um vikuskiftið. Størstur mundi spenningurin vera á Kambsdali, har mansliðið hjá Mjølnir var á vitjan hjá ÍF. Mjølnir hevur havt eina heldur tunga byrjan upp á árið, men hesa ferð bragdaði av álvara.
Talan varð um tryggan 3-0 sigur, og sæð burtur frá fyrsta settinum, var ongan tíð nakar sum helst ivi um, hvat var betra liðið.
Hin dysturin í mansdeildini var millum SÍ og Nøvuna, har SÍ vann væntaða trygga sigurin.
Hjá kvinnunum vóru somuleiðis tveir dystir á skránni.
Í Sørvági var KÍF á vitjan hjá SÍ, sum hevur verið sera væl koyrandi higartil í ár. Men vertinnurnar mundu fáa ein sannan hvøkk, tá dysturin byrjaði. KÍF stríddist nevnliga av øllum alvi, og tær megnaðu eisini at taka fyrsta settið. Og hóast SÍ vann næsta settið trygt, so bitu gestirnir aftur frá sær í triðja settinum. Ta ferðina megnaðu tær tó ikki at halda fast, og so kundi heimaliðið trygt koyra ætlaða sigurin heim.
Hin dysturin í kvinnudeildini var á Kambsdali, har Mjønlir vann tryggan 3-0 sigur.
Úrslitini
Meistaradeild kvinnur
SÍ-KÍF3-1 (24-26, 25-14, 25-22, 25-12)
ÍF-Mjølnir0-3 (settúrslitini ikki tøk)
Meistaradeild menn
ÍF-Mjølnir0-3 (22-25, 17-25, 17-25)
SÍ-Nøvan3-0 (25-10, 25-12, 25-9)