Mjølnir-TB 2-0
(21-13, 21-9,
21-7, 21-14)
Mjølnirkvinnurnar høvdu um vikuskiftið vitjan av TB og eins og í flest øllum øðrum dystum í ár, gjørdi Mjølnir skjótt av, og vann dystin 2-0 við stórum settmuni.
Í tveimum settum kom TB ikki sæ frægt sum upp á tíggju stig, og tað sigur í grundini alt.
Við sigrinum á TB hevur Mjølnir lagt seg klárt og greitt á odda í kappingini, har tær stórt sæð hava verið einaráðandi í tvey ár.
Fáar broytingar
Tað kann tykjast hugvekjandi at hugsa um hví Mjølnir er so nógv frammanfyri øll hini liðini í meistaradeildini hjá kvinnum.
Tær taptu fyrsta dystin, men tað var tí, at nógvir av føstu leikarunum vóru ikki við fyrsta dystin.
Og hetta er kanska júst frágreiðingin upp á hví Mjølnir er so frammalaga og at hini liðini eru tey sum missa stigini.
Síðani fyrsta dystin er Mjølnir vorðið fullmannað, og tað merkir at broytingarnar frá í fjør eru ikki so stórar.
Hetta er júst frágreiðingin til, at bæði Fleyr og Dráttur, og serliga TB hava ilt við at fóta sær í ár.
Broytingarnar á hesum liðum hava verið ov stórar til at liðini hava kunna klára tað, og tað er serliga keðiligt fyri føroyskan flogbólt.
Kappingin verður ójøvn, men tað er eftir øllum at døma nakað, sum feløgini verða noydd til at taka við, sum støðan er í løtuni.










