Mjølnir hevur mist sína megi

Síðsta kappingarár var hart stríð millum Drátt og Mjølnir um gullið, men tá liðini møttust aftur leygardagin sást, at bæði eru viknað munandi síðani í vár. Serliga Mjølnir er illa fyri

 

Tað hevur ligið í kortunum alt árið, og leygardagin varð tað so víst einaferð afturat. Kvinnuliðið hjá Mjølni er ikki so sterkt, sum tað hevur verið. Felagið, sum níggju ferðir hevur verið føroyameistari hjá kvinnum, gjørdist akkurát ov stutt í fjør, og í ár verður tað heldur ikki til nakað gull. Og sum tað sær út í løtuni, er tað ivasamt, um tað yvirhøvur verður til nakað heiðursmerki.

Nýggjar tíðir fyri kvinnuflogbóltin í Klaksvík, og eisini nýggjar tíðir fyri hini liðini í deildini, sum fyrr ofta stúrdu fyri dystunum móti júst Mjølni.

Mjølnir spældi leygardagin fyri triðju ferð í landskappingini, og fyri triðju ferð taptu tær. Dráttur, sum bleiv føroyameistari í fjør, men sum heldur ikki hevur víst sama støði í ár, vann 3-1, og tað var uppiborið.


Ov einstáttað spæl

Hetta var ein dystur millum tey bæði liðini, sum seinasta kappingarár kappaðust heilt til tað síðsta, men bæði liðini eru nógv broytt síðani tá, og tað sást eisini aftur í dystinum leygardagin. Men kortini kunnu bæði liðini brúka dystin til nakað positivt. Dráttur vann, og tað er sjálvandi altíð hugaligt. Men eisini Mjølnir vísti framgongd í mun til hinar báðar dystirnar, og øll fýra settini vóru jøvn. Í fyrsta setti førdi Mjølnir enntá 20-16, men Dráttur vann settið 25-20!

Í triðja setti var støðan tann øvugta. Dráttur var frammanfyri 14-4, men Mjølnir kom afturíaftur. Tær gjørdust tó ov stuttar tá samanumkom, ikki minst tí tær í Drátti vóru meira avgjørdar í álopsspælinum. Hinvegin var spælið hjá Mjølni ofta ov einstáttað, og Dráttur hevði ofta lætt spæl við at verja fyri álopsroyndunum.

Fjórða sett gekk javnt á allan vegin. Dráttur var eitt lítið sindur frammanfyri, men tær sluppu ongantíð frá Mjølnirkvinnunum. Mjølnir bjargaði eisini trimum matchbóltum, áðrenn Dráttur at enda vann 27-25 og sostatt tryggjaði sær sigurin.

Fyri Mjølnir merkti ósigurin, at tær eftir tríggjar dystir enn einki stig hava fingið. Og tað er ikki langt frá, at tað er fyrstu ferð nakrantíð, at klaksvíkskvinnurnar hava fingið eina so ringa byrjan uppá kappingina.