Mjølnir livdi upp til stóra favorittleiklutin í steypafinaluni hjá monnum, og klaksvíkingar vunnu eisini ein sannførandi 3-0 sigur á Fleyr. Tað var bara í fyrsta setti, at Fleyr veruliga kom til orðanna. Munurin var størri í øðrum setti, og í triðja setti vann Mjølnir knúsandi lætt.
Mjølnir-Fleyr 3-0 (25-23, 25-20 og 25-14)
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar reportarin hjá FM1 gjørdi við vinnarar, taparar og almenn umboð aftaná steypafinaluna hjá monnum.
Vit hoyra samrøður við:
1) Jens Heri Bolstad Mortensen (Fleyr)
2) Høgni Hoydal, mentamálaráðharri sum handaði steypið
3) Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum.
4) Klæmint Isaksen, hjálparvenjari hjá Fleyr.
5) Steypahandanin.
6) Thorvald Danielsen (Mjølnir)
7) Phil Freere (Mjølnir)
HERber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Hoyr eisini viðmerkjaran, John Syderbø taka samanum dystin.