Mjølnir fekk fyrsta sigurin

Kvinnurnar hjá Mjølni fingu sín fyrsta sigur í ár, tá tær heldur óvæntað vunnu á KÍF í Kollafirði. Sigurin var tó fult uppiborin

FLOGBÓLTUR

KÍF og Mjølnir hava havt eitt heldur misjavnt kappingarár í ár. KÍF fekk góða byrjan, men nú hava tær tapt fýra dystir á rað, og nú sær ikki gott út hjá KÍF.
Um tað hevur gingið illa hjá KÍF, so hevur gingist uppaftur verri hjá Mjølni. Tær høvdu einki stig fingið undan dystinum ímóti KÍF, men leygardagin bragdaði endiliga hjá kvinnunum úr Klaksvík.
Í fyrsta setti var annars einki sum bendi á, at Mjølnir skuldi fara at fáa stig í Kollafirði. KÍF vann nevniliga hetta settið 25-22. Mjølnir hevði stórar trupulleikar í álopsspælinum, og hetta kom til sjóndar í øllum dystinum. Hóast álopsspælið ikki altíð riggaði so væl, so duga kvinnurnar úr Klaksvík at kempa, og júst hetta eyðkendi tær í restini av dystinum.Tær vunnu nevniliga tvey tey næstu settini 18-25 og 24-26.
Nú var týðiligt, at Mjølnir vildi vinna dystin, og tær gjørdu eisini arbeiði liðugt í fjórða setti, sum tær vunnu 22-25. Sostatt hevur Mjølnir fingið sín fyrsta sigur í ár, og spennandi verður at síggja, um tær nú megna at vinna næstu ferð eisini.