Mjølnir fekk eisini FM-gullið

Flogbóltur: Mjølnir hevði frammanundan tikið fyrsta stikkið í finaludystunum ímóti Fleyr, og leygardagin fingu tær FM-gullið í hús eftir ein ótrúliga tættan og drúgvan dyst, sum Mjølnir vann við allar minsta muninum: 3-2 og 15-13 í avgerandi setti. Tær tryggjaðu sær somuleiðis greipuna.

Kvinnurnar hjá Mjølnir høvdu eina viku frammanundan tryggjað sær fyrsta stikkið í FM-finaludystunum, har leikt verður best út av trimum, og kundu tær tískil avgera FM við einum sigri ímóti Fleyr í høllini á Hálsi leygardagin.
Fleyr hevur tó fyrr í ár víst gott spæl, og í fyrstu finaluni fingu tær eisini eitt sett ímóti Mjølni, so nú Fleyr fór at berjast fyri lívinum varð væntað, at hesin dysturin fór at gerast ógvuliga spennandi.
Og tað bleiv hann eisini.

Fleyr stórspælandi
Fleyr kom sum eitt ódnarveður frá landi og tær vístu so sanniliga, at tær vóru væl til reiðar at javna í finaludystinum. Tær komu skjótt á odda 9-3 og tær vunnu fyrsta sett stórt 25-11.
Mjølnir-legan hevði uttan iva tosað við stórum bókstøvum ímillum settini, og tað sást eisini á vøllinum, har Mjølnir hevði hugsavnað seg betur og fekk eina betri byrjan upp á hetta settið. 7-4 vóru tær úr Mjølnir á odda, tá ið Eva Winther Nagata hjá Fleyr fekk servuna í hondina. Hon servaði við stuttum svevservum og fekk órógv í spælið hjá Mjølnir, og løtu seinni legði Fleyr seg á odda 8-7.
Mjølnir fekk síðani aftur takið og legði seg á odda 12-8, men tað skuldi vísa seg at skifta ógvuliga nógv, tí Fleyr kom eisini aftur og legði seg á odda 13-12.
Hesa løtuna lá í luftini, at Fleyr av álvara kundi hálvgum avgera dystin og vóru komnar í góða støðu og møguliga ávegis at leggja seg á odda 2-0, men tað kom fjáltur í spælið hjá teimum og Mjølnir dróg frá aftur. Hóast Fleyr fekk minkað niður í 22-21 eftir eina dómaravillu, har eitt smasj týðiliga fór í blokkin hjá Fleyr og so út, men varð dømt til Fleyr, so slóu tær úr Havn bóltin í netið tvær ferðir á rað og Mjølnir vann settið 25-22.

Mjølnir omaná
Triðja sett var ógviliga umráðandi og kanska serliga fyri Fleyr, sum ikki mátti missa sálarliga takið, sum tær høvdu uppbygt sær við at spæla væl og leypa ein lítlan hvøkk á Mjølnir
Byrjanin var jøvn og tað vóru serliga profilar á liðunum, Marjun Kalsø við fleiri góðum detaljum hjá Mjølnir, og Anja Danielsen við smasjum og servum hjá Fleyr, sum avgjørdu bóltarnar.
Miðskeiðis í settinum mátti Anja Danielsen eina løtu av vøllinum eftir samanstoyt við ein liðfelaga, og hesa løtuna dróg Mjølnir av álvara frá og kom á odda 18-12. Fleyr fekk tó aftur takið og minkaði niður í 18-16, men ov seint var og Mjølnir vann at enda settið trygt 25-18.

Treiskar
Fjórða sett var avgjørt síðsta útkalla hjá Fleyr, sum fyrr í dystinum hevði víst stórspæl, men skjótt misti tað á gólvið aftur. Fleyr var eisini omaná fyrstu bóltarnar, men eftir fleiri drúgvar og framúr góðar bóltar var tað Mjølnir, sum vann takið og kom á odda 10-5.
Fleyr vildi tó ongantíð geva skarvin yvir, og tær úr høvuðsstaðnum tveittu nú alt eftir einum síðsta trýsti. Comeback miseydnaðist fleiri ferðir fyrr í dystinum, men hesaferð gjørdu tær tað meiri gjøgnumført og tá ið tær vunnu sær eina leiðslu áljóðandi 14-13, so noyddist Mjølnir at taka time-out. Lítið batnaði og stutt eftir var 16-13 til Fleyr, sum fekk snøgt sagt alt at rigga – mest eyðsæð vóru dundursmasjini frá Anju Danielsen.
19-14 gjørdist støðan til Fleyr, sum tá lat løtuna yvir til Mjølnir at fremja eitt comeback. Fleiri áskoðaravinarligir bóltar vóru at síggja hesa løtuna og Mjølnir avgjørdi teir allar. Tær minkaðu heilt niður í 20-19 og tá noyddist Fleyr at taka time-out fyri at fáa skil á spælið aftur.
Næsta bólt javnðai Mjølnir til 20-20 og áskoðarafjøldin kókaði. Anna Sára Leifsdóttir hjá Fleyr tók sær av at avgera tveir teir næstu serstakliga umráðandi bóltarnar og so var 22-20 til Fleyr og Mjølnir tók time-out. Ein sonn telving aftur og fram hesa spentu løtuna.
Eftir time-out vann Mjølnir tveir bóltar á rað og javnaði til 22-22. 23-23 gjørdist støðan eisini og sanniliga eisini 24-24. Gudrid Nolsøe, sum annars hevði víst sínar drúgvu royndir, kiksaði servu og opið smasj hesa løtuna, og settið koppaði til Fleyr, sum vann 26-24.

Ótrúliga tætt
Fleyr hevði eitt lítið sálarligt yvirtak tá ið byrjað varð upp á avgerandi settið, og tað vístu tær eisini við at koma á odda 3-1. Fleiri góðir stríðsbóltar vóru aftur at síggja, og teimum dámdi Mjølnir best – aftur hesaferð. Tær javnaðu til 6-6 og tær riðu á bylgjuni og løgdu seg á odda 9-6.
Spenningurin vildi ongantíð hasa av í hesum dystinum, og heldur ikki hóast Mjølnir nú hevði rímiliga greiða leiðslu og var fáar bóltar frá FM-gullinum.
Fleyr minkaði fyrst til 9-8 og Mjølnir tók time-out. Bóltin eftir vann Fleyr og sostatt stóð aftur á púra jøvnum, 9-9. Ein miseydnaði heving og misskiljing um hvør skuldi taka bóltin úrslitaði seg í, at Mjølnir fekk 11-9 og leiðslu og eisini umvegis Lenu í Buð fekk økt til 12-9 og noyddi Fleyr at taka time-out í einari allar seinastu roynd at stápla okkurt mótspæl upp á beinini.
Lena í Buð var stóri spælarin hesa avgerandi løtuna, og var tað eisini hon, sum avgjørdi bóltin til 13-9. Hetta skapti neyðuga munin, vildi ein hildið, men Fleyr minkaði heilt niður í 14-13, áðrenn Gudrid Nolsøe avgjørdi seinasta bóltin í dystinum og við 15-13 í avgerandi setti vann Mjølnir FM-gullið við 3-2-sigri í einum ótrúliga drúgvum, tøttum og spennandi dysti.