Flogbóltur, menn
Menninir hjá Fleyr vunnu heldur óvæntað ein tryggan sigur, tá teir leygardagin vitjaðu í Klaksvík.
Úrslitið gjørdist 3-0 til útiliðið, men hóast tølini kundu bent á ein tryggan sigur, so var talan tó um ein sera javnan dyst.
Tey bæði fyrstu settini vórðu vunnin við minst møguligum marginalum, 27-25 og 25-23.
Seinasta settið endaði 25-21, men hetta var tó ikki eins javnt og hini. Fleyr hevði nevnliga match-bólt frá støðuni 24-18.
Longu í morgin skal Mjølnir royna at reisa seg, tá teir hava sera týdningarmkiklan og torføran útidyst á Kambsdali. Dysturin gerst helst ikki lættari av tapinum í dag, tí nú munnu menninir hjá ÍF av álvara hava ferðilin av møguleikanum fyri gulli










