Skúvoy
Festið hjá Harry Jensen í Skúvoy er níggju merkur, og so eigur hann eisini nakað av ognarjørð. Men Harry er ikki einasti stóri bóndi í oynni. Eitt annað festið er eisini, sum er rímiliga stórt og telir átta merkur. Haraftrat er aðrir menn, sum eiga jørð og seyð í oynni.
Skúvoy ber einar 1000-1100 seyðir í gomlu vetrarskipanini, men um heystið, tá lombini eru við, er talið sjálvandi nógv størri.
Kjøt selir væl
- Eg havi einar 220 seyðir umframt sjey kálvar til sláturs. Hetta er fyrsta árið, eg havi kálvar, men næsta ár hava vit 10. Ungneytini eru umleið hálvt annað ára gomul, tá tey verða dripin, sigur Harry Jensen.
Tað gongur væl at selja føroyskt kjøt, bæði seyða-og neytakjøt, og bóndin í Skúvoy heldur, at føroyingum dámar væl ungneytakjøt, sum hann tekur til.
- Tað fæst so lítið av føroyskum kjøti til keyps, og tí verður alt umbiðið so hvørt. Beiggi mín, sum eg tók festið eftir, hevði eisini kálvar til sláturs, og tá ungneytini vórðu dripin, varð alt umbiðið so hvørt, sigur hann.
Bróðurin slepti
Harry sigur, at teir hava eitt stórt og gott flettingarrúm í fjósinum, sum bæði kann brúkast til slátur av seyði og neytum.
- Vit gera betringar so hvørt, sum møguleikar eru til tess, og málið hjá okkum er at fáa sláturrúmið góðkent sum frálíður
Tað eru nú eini trý ár, síðan Harry endaliga tók yvir festið hjá bróðuri sínum, Arna Jensen, sum annars er útbúgvin lærari. Arni og familjan fluttu av oynni og búsettu seg í Leirvík.
- Eg sigldi í Grønlandi um tað mundið, tá eg byrjaði at hjálpa beiggja mínum, og seinni tók eg so yvir festið hjá Arna, sigur hann.
Eingin mjólk
Í Skúvoy er einki mjólkneyt eftir, og seinastu kýrnar í oynni mjólkaðu til húsbrúks.
Við gomlu mjólkablikkunum fóru eisini mjólkneytini.
- Sum tíðin leið, bar slett ikki til at hava mjólkneyt í oynni. Í fyrsta lagi er tað rættiliga bundisligt at skula mjólka morgun og kvøld, og sum tíðin leið komu krøv um, at mjólkarbilur skuldi heinta mjólkina. Bóndir sluppu ikki at stoyta mjólkadunkarnar í mjólkabilin, og við hesi broyting bara ikki til longur at hava mjólkneyt og selja mjólk úr oynni.
Harry Jensen sigur, at tað soleiðis eru mong ár síðan, at skúvoyingar kundu selja mjólk inn á meginlandið, og hann heldur ikki, at nøkur mjólkakvota er eftir í oynni í dag.