Míttland: Lívið í Keypmannahavn var sorgblítt

Loyniligi gesturin á skránni hjá Míttland í kvøld var ongin minni enn Kári P. Í 70unum var hann sjálvur útiseti í Keypmannahavn og tí passandi sum eitt annað høvuðsnavn til Míttland.

- Tað var hugaligt at spæla í kvøld. Tey ungu kenna sangirnar, og tað var hugaligt at síggja, at sangirnir liva sítt egna lív, sigur Kári, sum skrivaði nógvar av songunum hjá sær í lestrartíðini í Keypmannahavn fyri 40 árum síðan.

- Eg hevði ikki kunnað droymt um, at sangirnir, sum eg skrivaði tá, fóru at blíva sungnir enn í dag. Hevði onkur fortalt mær tað í 1975, so hevði flent eftir teimum, sigur Kári júst eftir konsertina, sum hann hevði á Míttland.


Kári P las til sálarfrøðing í Keypmannahavn í 70unum.

- Tá í tíðini var tað eitt ótrúliga ríkt mentanarlív millum føroyskar útisetar. Nógv tiltøk vóru í Føroyahúsinum bæði kvøldsetur, konsertir og annað. Mong av okkum høvdu eina dagliga gongd í Føroyahúsinum.

 

- Vit vóru ikki so mong sum í dag, ið lósu tá. Av tí sama var gott samanhald millum okkum lesandi, og vit kendust væl, sigur Kári.

Tíðina í Keypmannahavn er nakað, sum Kári hugsar aftur á við sorgblídni.

- Tað var ein góð tíð, men samstundis eisini nógvar tungar løtur. Við øllum teimum góðu tíðunum fylgdi eisini nógvar sorgtungar tíðir. Men soleiðis er lívið nú einaferð, sigur Kári umhugsin.

Apropos Keypmannahavn og Kára P, so er tað serliga ein sangur, sum kemur teimum  flestu í huga.

- Súrligar nætur varð skrivaður her í Keypmannahavn. Og hann er júst ein avspegling av tí sama, at tíðin í Keypmannahavn var sorgblíð.

Tað eru mong ár síðan, at Kári var lesandi. Sambært honum eru nakrir munir á lestrarlívinum tá í tíðini og í dag.

- Tann størsta broytingin er samskiftismøguleikarnir. Fyrr skrivaðu vit brøv heim eina ferð um mánaðin, og avstandurin heim var nógv longri enn í dag. Men avstandurin var ikki bara ringur, tí ofta verður eisini sagt, at heimlongsul hevur verið størsta íblástrarkeldan til tær mongu yrkingarnar og sangirnar, sum hava verið skrivaðir fyrr.

Tað var upp á eitt hangandi hár, at Kári kundi vera við til Míttland.

- Eg eri júst komin aftur til Keypmannahavnar í kvøld úr Madrid, har eg var í arbeiðsørindum. Í morginárini gongur leiðin heimaftur, so hetta var eitt gott transit, sigur Kári við einum smíli, og sipar hann til møguleikan at framføra á Míttland.

 

At talan var um eitt gott transit hildu teir fleiri hundrað áhoyrarnir til konsertina hjá Kára á Míttland í kvøld av sonnum eisini.