Míttland: - Hetta er okkara ólavsøka

Tað eru ikki øll, ið hava møguleikan at koma til Føroya hvørt summar. Fyri slík er Míttland eitt kærkomið tiltak, har man kann hitta føroyingar og hoyra føroyskan tónleik.

 

Hjartvør og Karl Súni Vatnhamar úr Leirvík fluttu til Danmarkar í 1992 og hava búð her síðan.

 

- Vit skuldu bara búgva í Danmark í tvey ár, men tey tvey árini eru nú blivin til 21 ár, sigur Hjartvør flennandi.

 

- Tá man hevur búð niðri í eini fimm ár, verður tað knappliga torført at flyta heim aftur. Børnini finna sær vinir, og man festir røtur, sigur Karl Súni.

 

 

Hóast Hjartvør og Karl Súni búgva í Danmark, so eru tey regluliga í Føroyum.

 

- Vit royna at vera heima í Føroyum umleið annaðhvørt ár. Sum oftast eru vit ikki heima um sumrarnar, men heldur í februar ella um heystið, sigur Hjartvør.

 

- Tað er kanska eitt sindur ov sjáldan, tí eg hevði ynskt at verið meira heima. Trupulleikin er bara, at ferðaseðlarnir eru rættiliga dýrir, so tað forðar okkum eitt sindur.

 

Í summar høvdu Hjartvør og Karl Súni ikki møguleikan at fara til Føroya, so fyri tey er Míttland eitt sera gott tiltak.

 

- Hetta er okkara ólavsøka. Vit hava longu møtt eini rúgvu av føroyingum, sum vit ikki hava sæð í langa tíð. Eitt nú møtti eg einum leirvíkingi, sum eg seinast møtti á keiini í Leirvík í 1996, sigur Karl Súni flennandi.

 

- So skjótt sum eg hoyrdi um tiltakið, segði eg, at hetta skuldu vit til. Eg havi glett sum eitt barn síðan, sigur Hjartvør.

 

Hæddarpunktið hjá teimum báðum viðvíkjandi skránni er einki at ivast í.

 

- Vit gleða okkum nógv at hoyra Kára P, siga Hjartvør og Karl Súni við ein munn.