Mítt Land endaði fyri løtu síðani við einum braki, tá ið tjóðsangurin rungaði um alla Amager Strand.
Tað var øgiliga gott lív til felagssangin á MíttLand í kvøld. Fólk í øllum aldri sungu við av øllum alvi, til allir teir kendu føroyski slagararnar, ið vóru spældir av Eyðun, Terja og Kim. At enda, tá ið tjóðsangurin var sungin, hoyrdist væl hvussu stoltir føroyingar eru av at verða føroyingar. Tað var sungið so væl við at tað hoyrdist langt útum festivaløkið.
Fyrireikararnir aftanfyri MíttLand siga seg verða øgiliga væl nøgdir tá ið alt kemur til alt.
- kl 22 í kvøld var mett at tað vóru umleið 1700 fólk á festivalinum, og vit vóna at tað kemur upp á 2000 fólk tá ið avtornar, sigur Gissur Patursson, ein av fyrireikarunum aftanfyri MíttLand.










