Mistu innbúgv fyri 800.000 krónur

Sosialurin í dag: Familjan hjá Sámal Tróndi Finsson Johansen í Havn misti alt sítt innbúgv, tí ein bingja varð send til Reyða Kross í Danmark av óvart – og alt innihaldið brent.

 

Tað skrivar Sosialurin í dag. Tað var meðan húsini vórðu umvæld, at tey høvdu pakkað niður innbúgv, skjøl og aðrar privatar ognarlutir. Tey høvdu leigað sær pláss frá skipafelag innan fyri gyrðingina á bryggjuni í Havn.

 

Men tá tey skuldu fara eftir bingjuni aftur, var eingin bingja har. Hon var av misgávum send til Reyða Kross í Danmark, sum hevði brent alt innihaldið.

 

Meira er at lesa um málið í Sosialinum í dag, sum hevur tosað við Sámal Trónd Finsson Johansen og við stjóran á skipafelagnum.

 

Sosialurin fæst í blaðsølum kring landið og á www.sos.fo