Tann mistonkti illgerðarmaðurin, sum skeyt og drap tveir sviar í Brússel í gjárkvøldið er eftir øllum at døma skotin í sama býi.
tað upplýsir belgiska sjónvarpsstøðin VRT sambært tíðindastovuni Reuters.
Belgiski innanríkisráðharrin, Annelies Verlinden, upplýsir, at maðurin er innlagdur á intensiva deild eftir hendingina. Tað skrivar belgiski miðilin RTBF.
Maðurin skal verða skotin í Schaerbeek-økinum í Brússel.
Reuters hevur í morgun endurgivið VRT fyri, at maðurin varð skotin á eini café. Tað er tó enn óvissa um, hvat er hent.
Ein ákæri í sigur við belgiska blaðið Het Laatste Nieuws, at tað ikki er vist, at tann persónurin, sum er skotin á eini cáfe, er illgerðarmaðurin.
Belgiski innanríkisráðharrin sigur sambært VRT, at tey enn mangla at vátta samleikan hjá manninum við 100 prosent vissu. Tað er tó sannføringin hjá løgregluni, at tað er tann mistonkti, verður sagt.
Tað er millum annað tí, at at morðvápnið er funnið, sama stað har tann mistonkti skal vera skotin.
Ein triði persónu fekk skaða í hendingini, men viðkomandi er sambært svenskum miðlum ikki deyður. Hann er eisini svenskur ríkisborgari.
Hóttanarstøðið í Brússel er í morgun á 4 – tað er tað hægsta, sum landið hevur. Í restini av landinum er hóttanarstøðið sett til 3.
Tann mistonkti illgerðarmaðurin hevur gingið leysur í nátt.
Hildið verður at talan er um ein 45 mann úr Tunis, sum er ólógliga í Belgia. Hann hevur eftir øllum at døma lagt eina video út á sosialar miðlar, har hann sigur, at hann stóð aftan fyri álopið.
Maðurin hevur eisini sagt seg vera lim í hernaðarliga bólkinum Islamiskur Statur. Tað skrivar Reuters.
Belgiski forsætisráðharrin, Alexander De Croo, hevur á tíðindafundi kalla gerðina fyri »eitt grovt yvirgangsálop«.
/ritzau/