Sambært løgregluni misti førarin tamarhaldið og fór oman av vegnum. Eingin fólkaskaði hendi, og rúsdrekka var ikki uppí, sigur løgreglan.
??Bilurin er eftir øllum at døma komin koyrandi eystur eftir Ringvegnum, og tá hann skuldi snara niðan á Hvítanesvegin, hevur bilførarin mist tamarhaldið.??
Sum tað sæst á staðnum, so hevur ferðin ikki verið heilt lítil, tí bilurin hevur stoytt hart í kantin á gongubreytini, hevur skrætt nógvar metrar av stikinum við sær, og er helst farin á liðina, sum hevur fingið skaða, áðrenn hann er endaður á øllum fýra millum gæsnar hjá Øyvindi Lützen niðri í bønum.