Misti beinið eftir undirlívskanning

Alt byrjaði við einari undirlívskanning á sjúkrahúsinum í Vestfold í Noregi hin 29. august í ár.

 

Søgan um norsku kvinnuna, 52 ára gomlu, Elin Bjerke Halvorsen, er eisini søgan um, hvussu stór tillagingarevni menniskjan hevur. Umstøður kunnu broytast við skilnaði, sjúku, vanlukkum ella óvæntaðum deyðsføllum.

Men, so kortini lýsir í aftur, sum tíðin gongur.

Tað kom veruliga dátt við hjá hini 52 ára gomlu, at hon stutt eftir eina vanliga undirlívskanning noyddist undir skurð, tí hon hevði fingið blóðeitran í høgra bein. Endin varð, at læknarnir noyddust at taka beinið, og tað kom púrasta óvart á hana.

Í meira enn tveir mánaðir hevur Elin Bjerke Halvorsen ligið leinkjað til eina sjúkrasong, har tv2.no hevur vitjað hana. Alt byrjaði við undirlívskanningini á sjúkrahúsinum í Vestfold í Noregi hin 29. august í ár.

Eftir kanningina fekk norska kvinnan ógvusliga pínu, men boðini hjá heilsustarvsfólkunum vóru, at hetta var heilt vanligt. Seks dagar eftir undirlívskanningina varð hon í skundi løgd inn á sjúkrahúsið, og nú vísti tað seg, at hon hevði fingið blóðeitran.

Støðan hjá kvinnuni gjørdist eisini rættiliga álvarslig, tí hon fekk tað, sum rópt verður "multiorgansvigt", samstundis sum neyðugt varð at taka høgra beinið beint um leggin.

- Verðin skramblaði saman um meg. Eg trúði ikki, at hetta kundi passa - at eg kundi enda í hesari støðu eftir eina rutinukanning. Støðan er nokk heldur ikki gingin upp fyri mær enn, sigur Elin Bjerke Halvorsen við tv2.no.

Níggju vikur eftir, at hon í skundi varð løgd inn á sjúkrahús og noddist at taka høgra bein, er støðan við vinstra beini heldur ikki endaliga greið enn. Hon hevur fingið tvær skurðviðgerðir um vikuna í vinstra beini fyri at skava burtur deyðan vevnað - í vónini um at bjarga beininum.

- Í seinastu viku tosaðu tey um, at læknarnir møguliga vórðu noyddir at taka burtur nakrar tær á vinstra fóti. Men, seinastu boðini, eg havi fingið, siga, at tað er mest sannlíkt, at vinstra bein kann bjargast, sigur hon.

Í dag er Elin Bjerke Halvorsen bjarskygd og heldur, at hon fer at klára seg við tí eina beininum. - Vanliga eri eg løtt í sinni og flenni at tí mesta. Tað undrar meg, at mínar reaktiónir, sum avleiðing av mista beininum, ikki eru komnar enn.

Hon heldur tað vera løgið, sum tillagingarevnini eru, nú støðan gjørdist so álvarsom.

- Nú er mítt fokus, at eg skal varðveita mítt vinstra bein, og eg eri púrasta avgjørd um, at eg skal fara at klára meg við vinstra beini og protesu á høgra. Tann, sum ger protesuna, hevur nýliga verið á vitjan. Hann tók mát, og um fáar dagar fái eg eftirgjørda beinið.

Elin Bjerke Halvorsen heldur, at hetta verður ógvuliga spennandi, og hon geðir seg rættiliga til at sleppa á føtur aftur.

- Tá eg fái eftirgjørda beinið, verður hetta nakað, eg sjálv kann gera nakað við - og ikki bara liggja her. Læknarnir hava sagt, at so skjótt eg klári at halda javnvágina við protesuni, sleppi eg ein túr heim, leggur hon aftrat.

##med2##