Misti barnið

Eitt syrgiligt mál um eina familju, sum misti rættin til at ættleiða, orsakað av gomlum syndum, kom í hæddina mánadagin. 29 ára gamla Maj-Britt Jacobsen í havn er í knúsi. Sonurin Markus, sum hon ættleiddi fyri hálvum fjórða mánaði síðani, er tikin frá henni. Orsøkin er gamlar syndir hjá mammuni og pápanum, sigur hon við Sosialin í dag.

Mánadagin var familjan samlað, og knappliga sóu tey fremmandafólk í túninum. har vóru umboð fyri barnaverndina, ein sosialráðgevi, ein fulltrúi frá Ríkisumboðnum og tveir politistar.

- Túnið fyltist við bilum, og tey komu til okkara uttan aðra ávaring. Eg varð biðin um at pakka nøkur klæðir niður og finna fram bamsur og annað, sum Markus var góður við, sigur Maj-Britt við Sosialin.

Hon greiðir eisini frá, at hon hevur fingið at vita, at mánakvøldið fóru tey til Danmarkar við Markusi, tí hann skuldi á eitt barnaheim. Men hvar fær hon ikki at vita, bara at hon ongantíð sleppur at síggja hann aftur.

Orsøkin til alt hetta er, sigur Maj-Britt við Sosialin, ein gamal dómur hjá manni hennara fyri rúsdrekkakoyring og ein treytaður dómur hjá Maj-Britt frá í fjør fyri eina býtta gerð.

Lene Johansen frá Ríkisumboðnum hevur viðgjørt málið, og hon sigur við Sosialin, at hóast talan er um eina trupla og ógvusliga avgerð, sum ongantíð áður er tikin í Føroyum, er hon snnførd um, at avgerðin var røtt út frá galdandi lóggávu.

Tú kann lesa nógv meira um hetta syrgiliga málið og gongdina í tí í Sosialinum, sum er útkomin seinnapartin.