- Eg havi mist álitið á bankasøluráðgevarar, nevndina í Fíggingingargrunninum og á nevndina í Føroya Banka, sigur Poul Michelsen, løgtingsmaður
Poul Michelsen heldur, at tað er ein ótrúligur áhugi, sum vístur er Føroya Banka-partabrøvum. Hann viðgongur, at hetta kann metast sum álit á bankna.
- Men samstundis mugu vit endurmeta førleikan hjá teimum, sum hava mælt landsstýrinum og tinginum til at selja bankan á henda hátt og fyri henda prís, sigur Poul Michelsen.
Og fyri Poul Michelsen er eingin ivi: Landsstýrið og tingið hava við søluni fingið álvarsligar trupuleikar, tí samstundis sum bankin hevur fingið álit, sum ein góður, sterkur og tryggur banki, so koma vit ikki uttanum, at prísurin fyri bankan er undirmettir álvarsliga, og at munandi meira átti at komið almennu Føroyum til góðar, sigur Poul Michelsen.
Hann heldur hetta vera sera álvarsligt fyri landsstýrið og løgtingið, sum í seinasta enda ábyrgdast fyri sølumannagongdini.
- Hetta er sera ilt at liva við, men neyvan nakað at gera stórvegis við. Grípa vit politiskt inn í einskiljingartilgongdina nú, fer hetta at skaða trúvirði á politisku skipanina og verður til stóran skaða fyri aðrar einskiljingar, sum tað almenna vónandi ætlar at fremja í framtíðini.
Poul Michelsen vísir á, at vit koma ikki uttanum, at øll standa býtt og ørkymlað - bæði tey, sum hava keyp og tey, sum hava selt.
- Men ongin ivi skal vera um, at vit tingfólk hava fulla ábyrgdina av søluni av Føroya Banka. Men tá tað er sagt, so haldi eg eisini, at álitið á teir, sum hava ráðgivið okkum, útlendsku bankasøluráðgevararnir, nevndina í Fíggingargrunninum og á nevndina í Føroya Banka - fyri mítt viðkomandi - er burtur. Í hvussu so er hagartil, at hesir kunnu greiða okkum frá, hví so stórur munir er á tilmæltu virðismetingum og veruliga virði bankans, sigur Poul Michelsen, løgtingsmaður í viðmerking til sera stóra áhugan fyri at keypa partabrøv í Føroya Banka.