Í altjóða fótbólti kostar tað nógv at gera persónlig mistøk. Tað hava føroyingar aftur og aftur sæð, og tá føroyska U-16 landsliðið í fyrraddagin fyri fyrstu ferð royndi seg á heimavølli í undankapping, varð hesin veruleikin enn eina ferð staðfestur.
Finnland vann 4-0, og øll málini stóðust av støðum, har persónlig mistøk hjá føroysku spælarunum vóru orsøk til málmøguleikarnar.
Finnland kom á odda í fyrstu minuttunum, tá verjuspælari ikki lurtaði eftir boðunum frá málverjanum, og tá eitt korter var farið økti Finnland, eftir at føroyingarnir ikki vóru nóg avgjørdir í høgra verjuborði.
Triðja málið kom, tá 52 minuttir vóru farnir. Finnararnir spældu seg ígjøgnum í vinstru, men føroyingarnir tóktust hava tak á, men so fluktaði ein á heimaliðnum, sum mundi kenna seg meiri kroystan, enn hann var, í føroyska málið, og í yvirtíðini (U-16 liðini spæla tvær ferðir 40 minuttir) slerdu finnararnir sigurin fastan, tá teir á egnari hálvu tóku bóltin av einum føroyingi, sum hevði møguleikar at avlevera, men valdi at fara sjálvur. Verjan var tunn tá, og málverjin var ov skjótur ov langt frammi, og so lyfti hvítklæddi maðurin uppum og í netið.
Eingin ivi var um, at Finnland hevði betra liðið, og teir spældu seg eisini til onkrar aðrar upplagdar møguleikar, sum teir misnýttu, men tað vóra altso persónlig mistøk, sum vóru upprunin til málini.
Eitt sindur
av fjáltri var á
Tað var sum at fáa ein beint frammaná hjá føroyingum, at eitt mál fór ígjøgnum beinanvegin, men næstu tíggju minuttirnar eftir málið vóru føroysku spælararnir væl við, og høvdu teir verið eitt sindur hepnir, so høvdu teir javnað, men stútarin hjá Jóannes L. Jacobsen eftir hornaspark fór dygst framvið málinum.
Síðsta hálva tíman av fyrra umfarinum lótu føroyingarnar seg kroysta ov langt aftur á egna hálvu, teir tóktust darvaðir av nervum, og alt ov ofta sparkaðu teir, tá teir høvdu fingið tak á, í staðin fyri at royna at spæla, soleiðis sum teir høvdu fingið boð um.
Í 2. hálvleiki gekk tað betri, og tá sást eina løtu meiri til, at føroysku dreingirnir hava arbeitt nógv við at varðveita bóltin og spæla ímillum sín, í staðin fyri at sparka høgt og langt, tá teir hava fingið tak á.
Jón Rói Jacobsen, sum hevði verið framrættaður miðvallari í høgru, varð settur á fremsta plássið, og tað gav størri tyngd í álopspartin. Ta einu ferðina gjørdist hann leysur eitt sindur til høgru í brotsteiginum, men royndin fór beint í krovið á málverjanum, tá hesin kom út ímóti.
Breiddin er størri
Finnland hevur ein góðan U-16 árgang, og teir eru favorittar at vinna kappingina. Men tað er eingin ivi í, at tað fer at verða torført hjá føroyingunum, sum í dag skulu spæla móti Noregi. Norge vann fyrradagin 3-0 á Wales, og tað eftir øllum at døma lagt upp til eina spennandi finalu, tá Finnland og Noreg hittast leygardagin.
Royndirnar frá slíkum kappingum hava áður víst, at tað er torført hjá føroyingunum at fylgja við, sum kappingin líður, men hetta liðið hevur vant so nógv og arbeitt so nógv við venjingarstøðuni, at tað er at vóna, at teir fara at megna at vera við, bæði í dag og leygardagin.
Trupulleikin er sjálvandi, at breiddin hjá føroyingum er ikki tann sama, sum hon er hjá tjóðum, ið hava nógvar ferðir størri úrvæl av spælarum, enn vit hava í Føroyum.
Í fyrradagin vóru ikki serliga nógvir áskoðarar í Gundadali, og tað var so sum so við stuðlinum til føroysku dreingirnar. Tokan lá tjúkk yvir Gundadali, og viðhvørt regnaði illa, men skýlini eru góð, og tað var stilli og hampuliga lýtt.
Tað hevði komið væl við, um fleiri tóku á við dreingjunum í dag, nú teir endiliga eru á heimavølli.
Øll liðini venja í Gundadali fyrrapartin í dag, og í morgin venja tey bæði fyrrapartin og seinnapartin.
Føroyar-Finnland 0-4 (0-2)
0-1: Jussi Kosala (3.)
0-2: Daniel Sjølund (16.)
0-3: Jack Johansen, sjálvmál (52.)
0-4: Daniel Sjølund (80.)
Føroyar: Karstin Joensen, KÍ - Jóannes L. Jacobsen, KÍ (Arnold Berg, Skála, 25.), Bárður Johannesen, B36, Teitur Ellingsgaard, liðformaður, HB, Atli Gregersen, Neksø, Elfinn Ørvarodd, SÍF - Jón Rói Jacobsen, HB, Brynjolvur Nielsen, NSÍ, Niels Joensen, B36, Símun Joensen, KÍ (Jack Johansen, MB, 64.) - Vagnur Mohr Mortensen, HB
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Poul Næs Joensen, B36, Kristian Poulsen, B68, Gisli Dánjalson, Royn, Høgni Højgaard, NSÍ og Hjalgrím Elttør, KÍ
Venjari: Jógvan Martin Olsen
Finnland: Ari Koponen, Ossi Martikailen, Antti Okkonen, Robin Blomqvist (Jukka Sauso, 64.), Heikki Haara, Juha Paulamáki, Jussi Kujala, Jani Lyyski, Jussi Peteri (Lassi Metsavori, 58.), Toni Hahto (Matti Lampi, 72.), Daniel Sjølund
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Tomi Niemi, Markus Sinisalo, Matti Vatanen, Aki Kohonen
Gult kort: Ossi Martikainen (18.)
Venjarar: Kari Ukkonen og Timo Liekoski
Dómari: Saso Lazarevski úr Makedonia
Linjuverjar: Kundrotas Voldgmaras og Nikola Bogogvski úr Letlandi
Noreg-Wales 3-0 (1-0)
1-0: Ole Talberg (27.)
2-0: Trond F. Ludvigsen (43.)
3-0: Kurt Heggestad (62.)
Norge: Håkon Opdal, Per Magnus Hagen, Ruben Hansen, Trond F. Ludvigsen, Vidar Fagerheim, Kurt Heggestad (Kristian Tanem, 69.), Steven Larsen, Andreas Skjønsberg, Fredrik Strømstad (Morten Giæver, 60.), Stig Gøran Brenne, Ole Talberg (Vidar Hoseth, 75.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Thomas Indrearne, Helge Haugen, Erik Evjen, Morten Andersen
Gult kort: Trond F. Ludvigsen (56.)
Venjari: Morten Larsen
Wales: Michael Whitfield, John L. Hill, David M. Price, David R. Valentine, David P. Ellis, Philip K. Dimond, John M. D. Lewis, David Harrison, Alexander K. Gall, Maurice J. Emster (Anthony L. Fowler, 69.), Paul R. Michael (Michael L. Woodyatt, 69.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rhys Day, Lyndon Gregson, Philip A. Kendrick, John A. Davies, Eric R. Hidle
Gult kort: David M. Price (50.)
Venjari: Osian Roberts
Dómari: Iouri Baskakov úr Russlandi
Linjuverjar: Tummas P. Olsen og Petur Olsen úr Føroyum