Mistøkini skulu ruddast burtur

Fuglfirðingar mistu 2. páskadag møguleikan at vinna seg í steypafinaluna triðja árið á rað. ÍF venjarin Flemming Christensen heldur, at talan var um tvær orsøkir.

-Vit høvdu ikki marginalirnar við okkum á tann hátt, at eitt mál hjá okkum var kolldømt fyri skeivan rangstøðudóm, og vit halda, at teir fingu eitt mál, sum átti at havt verið kolldømt fyri rangstøðu. Tað kunnu vit einki gera við. Men tað kunnu vit við mistøkini, sum vóru orsøk til málini hjá EB/Streymi.

Hvussu tá?

-Vit vóru ikki nóg nærlagdir í eftiransingunum, og tað kostaði dýrt at missa á egnari hálvu í uppspælinum. Hesi mistøkini hava vit ikki gjørt í landskappingini, og nú mugu vit fokusera á góðu avrikini, sum í landskappingini hava borið sjey stig við sær.

ÍF venjarin hevur sæð KÍ nakrar ferðir, og hann roknar við tættari uppgerð:

-Tað eiga at vera vánir fyri størri úrtøku enn í fjør, tá ið KÍ vann allar tríggjar dystirnar ímóti ÍF. Um vit spæla upp til okkara besta, so eigur tað at bera úrtøku við sær, og eg havi álit á mínum monnum, at tað fara teir at gera.

Allir spælararnir eru tøkir í Fuglafirði. Bogi Løkin og Alexandar Jovevic hava nú vant saman við hinum, og Høgni Madsen er komin aftur úr páskafrí og er klárur at spæla ímóti gomlu liðfeløgunum í Klaksvík.

KÍ venjarin Páll Guðlaugsson er væl nøgdur við avrikið í 4-2 steypasigrinum ímóti NSÍ:

-Tað var besta avrikið higartil í ár. Tað riggaði, sum vit hava lagt okkum eftir í venjingunum, meðan tað í landskappingini ofta hevur verið nær við og næstan. Liðið er ungt, og eg vænti, at talan fer at verða um støðuga menning, sigur Páll Guðlaugsson.

Álvur F. Christiansen er framvegis skaddur, og Petur Andreasen hevur ikki vant eftir stoyt, sum hann fekk í unglingadysti í Streymnesi fyrr í vikuni. Rudolf Eliasen er farin at venja aftur, eftir at hann hevur verið skaddur í fleiri vikur.