Í Degi og Viku mikukvøldið segði sjónvarpskvinnan greitt, at maðurin sambært verjanum »í dag« hevði játtað seg sekan. Sambært keldum hjá Rás2, so hevði verjin als ikki úttalað seg til nakran, og sambært hollendskum tíðindafólkum á staðnum, so noktaði maðurin seg sekan.
Kanska Kringvarpið tók feil, men Kringvarpið skrivar á heimasíðuni, at »lurtarar og hyggjarar kunnu hava fingið ta fatan, at maðurin hevur játtað seg sekan í at hava neyðtikið eitt barn, yngri enn eitt ár«.
Sjálvandi fáa »lurtarar og hyggjara ta fatan«, tá Kringvarpið sigur orðarætt: »Verjin segði í dag, at maðurin hevur játtað seg sekan í hesum brotinum«.