Mission Impossible III

Mission Impossible III er so 3´arin, og vit verða sjálvandi plágaði við IV, V og VI er eingin ivi um. MI er sum 99% av mainstream undirhaldi innan actiongenruna, ein total standardvøra, ein meturvøra í einum dýrum, glitrandi og heiladeyðum flottum pakka, við stjørnum sum Tom Cruise og Philip Seymour Hoffman. Líkamikið hvussu vit venda og draga hesum filmslaginum, so er slagið ein stór klisje, eitt stórt buldur og brak og ein tunnslitin søga. Eykatilfarið er nøkunlunda.

3 størnur av 6.