Missiónsvikur kring alt landið

Veturin er tann tíðin, tá serliga nógv virksemi er í teimum ymisku missiónshúsunum kring landið.
Ein partur av hesum virkseminum hjá Heimamissiónini eru tær árligu missiónsvikurnar

Sum tað liggur í navninum er her talan um møtir sum vanliga vara í eina viku, og har dentur verður lagdur á missión.
Endamálið er greitt at boða Orðið soleiðis, at menniskju koma til umvending, og at fólk kunnu koma saman at styrkja hvønn annan í tí andaliga felagsskapinum.
Her hevur leiðslan fyri tí lokala missiónshúsinum verið í bøn og hevur síðani skipað so fyri, at talarar og sangkreftir verða bidnar um at luttaka við hesi møtini.
Samkomulimirnir sjálvir eru eisini við í hesum arbeiðinum so ella so, - í øllum førum hava tey møguleika at biðja fyri møtunum og bygdarfólki sínum, og annars hjálpa til við tí praktiska.
Í hesum døgum verða missiónsvikur hildnar á mongum ymiskum støðum kring landið. Millum hesi støðini eru bygdir so sum Miðvágur, Søldarfjørður, Skálavík og Tjørnuvík, men eisini í Klaksvík verða møtir hildin hesa vikuna.
 
Talar ymsastaðni frá
Við teimum øktu og bøttu møguleikunum innan samferðsluna hevur ligið væl fyri hjá leiðslunum at fáa talarar og sangkreftir aðrastaðni frá.
Hetta sæst m.a. aftur í skránni fyri missiónsvikuna í KFUM&K í Klaksvík. Her eru talarar m.a. úr Havn, Argjum, Toftum og heilt av Tvøroyri, meðan sangkreftirnar m.a. koma av Glyvrum, Strondum og úr Gøtu.
Hinvegin so eiga klaksvíkingar bæði góðar talarar og sangkreftir, og luttaka hesar sum vera man eisini við møtini, sum altso enda sunnukvøldið.
Í KFUM&K verður haraftrat skipað soleiðis fyri, at børn kunnu verða ansað eftir undir møtunum.
Hvørt kvøld er somuleiðis bønarløta ein hálvan tíma áðrenn møtið. Og aftaná møtið er ein hugnalig samvera við drekkamunni.