Líka síðan ólavsøkuaftan hava nógv fólk ringt til politiið og spurt eftir serliga smúkkum, sum tey hava mist av føroysku klæðunum. Oftast hava tey mist brossju ella spenni, og menninir hava mist hosuband ella húgvu.
Í onkrum føri hevur eigarin fingið sín burturmista lut aftur.
Nógvir funnir lutir koma inn til politiið um ólavsøkuna. Umframt ymist av føroysku klæðunum koma inn eitt nú telefonir, taskur og lyklar.