Verður eldraøkið lagt undir kommunurnar at verða umsitið, stúra vágbingar fyri at missa enn fleiri almenn arbeiðspláss úr býnum.
Tað kom fram á fundi í Vágs Býráði í gjár.
Býráðið hevur valt Kirstin Strøm Bech, borgarstjóra, í ein arbeiðsbólk, sum allar kommunur í Suðuroy skulu velja hvør sín lim í.
Arbeiðsbólkurin skal útgreina eldraøkið í Suðuroy og lýsa, hvørjar tænastur eru, og, hvussu tær eru skipaðar.
Men Dánjal Bjarkhamar, býráðslimur, vísti á, at á almennum fundi í Suðuroy, hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, staðfest, at tá ið eldraøkið verður lagt undir kommunurnar, skulu kommununar í hvørjum øki sær skipa seg í eitt samstarv um alt eldraøkið í økinum.
Men umsitingin av eldraøkinum skal leggjast í størsta plássinum í økinum.
- Tað merkir, at í Suðuroy verður øll umisitingin av eldraøkinum løgd á Tvøroyri, staðfest Dánjal Bjarkhamar.
Hetta hóvar býráðslimum í Vági serstakliga illa.
Býráðslimir í Vági vísa á, at Vágs Kommuna hevur tikið eitt ódnartak fyri at at bøta um umstøðurnar hjá teimum eldru, bæði við einum nýggjum sambýli og einum nýggjum ellis- og røktarheimi.
Samstundis er økiskrivstovan hjá Nærverkinum í Suðuroy longu í Vági-.
- Tað er nógv fyri, at tað plássið í Suðuroy, sum hevur gjørt mest fyri tey eldru, og sum longu hevur eina umsiting, skal missa øll størvini til Tvøroyri, har onki er gjørt fyri tey eldru aftur ímóti.
- Tað er heilt natúrligt, at tann umsitingin, sum verðru av eldraøkinum, verður verandi í Vági, halda býráðslimir.
Býráðslimur í Vági heitti á borgarstjóran um at hava eitt serliga vakið eyga við hesum viðurskiftum so at ikki enn fleiri almenn størv verða flutt úr Vági.
Myndina av Vági hevur Erik Christensen tikið.